Vælkomin til heimasíðuna hjá Hummarafelagnum
Hummarafelagið er eitt felag samansett av føroyskum hummarafiskarum. Vit royna at varðveita og veksa um eina vinnu sum hevur verið í Føroyum í nógv ár.
Føroyska hummarkvotan er 81,75 tons.
Hummarafiskarí
Eitt stutt filmsbrot av hummarafiskaríið á Funningsfirði:
Trýst >>>her<<< fyri
at síggja filmin.
Hummarafiskiskapur á Tangafirði(Stuttfilmur)
Marni Simonsen saman við Bizarre Foods eru ein túr og fiska hummara úti á Tangafirði.
Eisini eru teir ein túr á skeljadjóra matstovuni hjá Paul Bartolotta, sum er á super de lux Hotel Wynn í Las Vegas. Paul Bartolotta hevur verið í Føroyum og fiska hummara fyri nøkrum árum síðan.
Ein túrur inn á Noma fara teir eisini. Noma fær livandi hummara frá okkum. Orca við Marna Simonsen hevur selt hummara til Noma og Hotel Wynn í Las Vegas.
Eisini hevur Faroe Shellfish selt nakað av hummara til Noma í ár.
Sigast kann at føroyski hummarin kanska ikki hevur so stóra peningaliga ávirkan á okkara samfelag, men hinvegin gevur okkara hummara eina sera positiva mynd av Føroyum og føroyskum lukusvørum.
Áhugaverdur filmur um hummara
E lecture by Dr Magnus Johnson, University of Hull, CEMS.
Stigvís skemd av okkara náttúru
Nýggj norsk kanning vísur at lúsabasingarevnið teflubenzuron drepur rækjur, sjálvt í smáum doseringum.
Norska "Havforskningsinstituttet" hevur í einari nýggjari
kanning við 100 rækjum, sum vóru í tangum á landi, funni at 50% av rækjunum í tanganum sum fekk lúsabasingarfóður við teflubenzuron doyði. Tá blivu einans 2% av vanligari dosis
brúkt, av tí sum vanliga blívur lúsa av við hjá alifyritøkum. Bara 2% av rækjunum í tanganum sum fekk vanligt fóður doyði.
Granskarinir kannaðu eisini tann
genetiska virkningin teflubenzuronfóður hevði á tær genetisku kotirnar fyri protiinið, sum regulerar stress og skeljaskiftingina hjá rækjunum. Teir sóðu kláran niðursetandi genetiskan
ávirkna, tá teflufóður bleiv brúkt.
Doseringarnar vóru sera smáar her eisini, uml. 2% av vanligari avlúsingardosering.
Fóður við teflubenzuron og
diflubenzuron er eitt tað mest vanligt brúkta evnið til avlúsing.
Hjá skeljadjórum og insektum er beinagrindin uttaná, sum flest øll vita.
Beinagrindin
hjá skeljadjórum og insektum er gjørd av kitin.
Lúsabasingarevnir sum teflubenzuron og diflubenzuron oyðileggja kitinið og harvið stoppar uppbyggingin av beinagrindini/skelini,
so rækjan/hummarin doyr.
Aling og Rudding
§ 10
Stór økir fara til spillis innan hummarafisking, tí lógin ikki verður hildin til lítar innan alivinnuna.
Løgtingslóg um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012
Rudding o.a.
§ 10. Tá alivirksemi heldur uppat, heilt ella partvíst, skal loyvishavari taka stig til
at rudda viðkomandi aliøki og grannalag, sum møguliga eru ávirkað av alingini. Ruddingin skal fevna um aliútgerð og lívverur o.a., sum loyvishavarin varðar av.
Hummarafelagið heitur staðiligani
á VØRN ella á landstýrismannin, um at minna alifeløgini á at fylgja lógini og rudda upp rammur av økjum har ongin aling er.
Serliga vilja vit hava hettar framt á økjum har hummarfiskiskapur
er.
Sum sæst á myndini liggur ein sera økisbreið fortøjningsramma mitt í hummaraøki, men aling er ongin her. Bara órudd, ella bara forðingar fyri hummarafisking.
Har sum hesar boyur, akker og
akkersendar liggja kundi 5 hummarastrekk staðið og fiskað.
5 hummarastrekk hava virðið av 50 kilo hummara um dagin. Árligar mistar inntøkur verða umleið 1.000.000 kr.
Tað er ikki arbeiðskrevjandi
at taka hesar tómu rammur vekk, sum liggja á næstan hvørjum fjørði.
Koks fingið Michelin stjørnu
Vit hummarafiskarir eru sera stoltir yvur at hava verið við til at hjálpt tí sera gávuríka Pól Andrias Ziska og hansara fólki, at fáa hendan viðurkenda heiður.
Hummarin sum vit fiska
á teimum føroysku firðunum, er ein sera týdningarmikil rávøra hjá Koks. Tann vælsmakkandi føroyski hummari hevur so sanniliga eisini sett Føroyar á verðinskortið. Hummarin vit
fiska verður sendur runt alla verðina við flúgvara og kølibilum.
Føroyskir útflytarir í dag eru Orca, Fofish og Faroe Shellfish.
Samrøða við formannin í Hummarafelagnum
Her er ein samrøða sum KvF gjørdi
við formannin í Hummarafelagnum.
Kvf gjørdi eisini samrøðu við Bárð Enni, stjóra í HfS, hoyr hana >>her<<
Hevur allur heimaflotin fingið hjálp?
- Hvør er heimaflotin?
- Hevur allur heimaflotin fingið hjálp?
- Hevur allur heimaflotin fingið lutfalsliga somu hjálp?
Vit vísa til grein hjá Meinhard Jacobsen Msc. Fiskivinnutøkni
Les greinina >>>>>>>>>>>>>HER<<<<<<<<<<<<<<<
Les her um árin gift frá aling av http://www.hummarafelagid.com/433454168
Les her um árin hummarafiskiskap http://www.hummarafelagid.com/433454562
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið