Mureldur

Mureld kenna flestu føringar. Minnist eg plagdi at sita við hondini niðri í sjónum, ímeðan abbi róði til hús um kvøldi, eftir at vit høvdu ligið og fiska til myrkur kom á okkum. Hondin bleiv upplýst sum ein logandi stjørnuhimmal, samstundis sum hon dróg eina stríbu av logandi mureldi eftir seg. Eg gloymi ongantíð hesar sjáldsomu løtur.
Men á Maldivunum hava tey so nógvan mureld at aldurnar blíva sjálvlýsandi(sí mynd)
Hettar nátúrliga ljósið í myrkrinum kemur av sokallaðum pytoplankton(murtni). Hendan biologiska lampan er sera undrunarverd.