Mureldur
Mureld kenna flestu føringar. Minnist eg plagdi at sita við hondini niðri í sjónum, ímeðan abbi róði til hús um kvøldi, eftir at vit høvdu ligið og fiska til myrkur kom á
okkum. Hondin bleiv upplýst sum ein logandi stjørnuhimmal, samstundis sum hon dróg eina stríbu av logandi mureldi eftir seg. Eg gloymi ongantíð hesar sjáldsomu løtur.
Men á Maldivunum hava tey
so nógvan mureld at aldurnar blíva sjálvlýsandi(sí mynd)
Hettar nátúrliga ljósið í myrkrinum kemur av sokallaðum pytoplankton(murtni). Hendan biologiska lampan er sera undrunarverd.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið