§ 73 Stk. 1. Denne grundlov gælder ikke for Færøerne
§ 73 Stk. 1. Ejendomsretten er ukrænkelig. Ingen kan tilpligtes at afstå sin ejendom, uden hvor almenvellet kræver det. Det kan kun ske ifølge lov og mod fuldstændig erstatning.
Áðrenn
nýggju fiskivinnu lóggávuna frá 1994-96 vóru hummaraloyvini persónlig(sí mynd).
Eftir 1996 blivu hummaraloyvini, uttan at nakar bleiv spurdur ella hoyrdur, gjørd um til fólksins ogn. 50 persónar
blivu frárændir ein persónligan "ejendom".
Kan landi ognartaka nakað sum hevur so nógv virðið fyri fleiri íbúgvar í okkara landi? Nei! Hettar kan ikki gerast lógliga eftir
Grundlógini. Ikki uttan so at ein sera sera góð grund er fyri hesum. Blívur nakað ognartikið skal landi gjalda endurgjald afturfyri ognartøkurnar.
Hvat gjørdi stýrandi valdið ístaðin
fyri at kunna Hummarafelagið um hesa ognartøku? Tey fóru at yvurmatrikkulera hummaraloyvini við aliloyvum.
Í dag eru 30-50% av teimum hummaraloyvum, sum blivu útskrivaði frá fyrstu tíð
av, yvurmatrikkuleraði av aliloyvum(sí mynd).
Um eg kenni okkara lóggávu rætt, so kan onki yvurmatrikkulerast eftir lógini. Onki kan heldur ognartakast uttan grund.
Ein stendur so spyrjandi eftur og tonkjur hvørjir løgfrøðingar
hava staðið fyri hesum løggildingum. Hevur Føroya fólk lønt løgfrøðingum fyri at ráðgeva politikarum skeivt?
Blekkspruttu floymur inn á Funningsfjørð
Seinasta árið hevur verið sera nógv av 8 armaðum høgguslokki at fingið. Serliga er tað norðanfyri á Funningsfirði har rættulig invasión av blekkspruttum hevur verið.
Fongurin av hesum óbodna gesti hevur verið upp til 500 stykkir í 500 rúsum, so talan er um sera stórar nøgdir.
Blekkspruttan sníkjur seg inn í rúsurnar og drepur etur hummarin. Hon kann soleiðis tøma fleiri rúsir fyri livandi hummara. So hendan madamman er illa sædd av hummarafiskarum.
Hví so nógvar blekkspruttir eru komnar inn á firðir og sund, kann man bara gita sær til. Kanska er tað tann heiti sjógvurin hevur gjørt at blekkspruttan hevur gýtt nógv inni á okkara firðum, hesi síðstu árini.
Eitt ljóspunkt er tó við hesum keðiliga gesti, tað er blekkspruttan hevur eitt sera stutt lív.
Áhugavert at lesa - leinkjur
Les >>>>her<<<< um Steinin við hjarta.
Les >>>>her<<<< um hummara
Les >>>>her<<<< um stytsta dag
Les >>>>her<<<< um ódeyðiligu hvalspýggjuna
Les >>>>her<<<< um mureldin
Les >>>>her<<<< um skítbýtt ting
My Chemical Romance
Hví skrivar Umhvørvisstovan um rognkelsi og avlúsing, men nevnur ikki við einum orði um alt medisinið og allar kemikaliirnar, sum verða tveittar á sjógv í okkara firðum.
Hví kemur ongin viðmerking
frá politikarum ella journalistum um øll tey vandamiklu evnir í brúkt verða innan aling í dag?
Hvar stendur Føroya Sílaveiðufelag í
hesum spurninginum?
Hví er hettar evnið eitt tabu?
Árin av Flubenzuroner í fiski og botndjórum
Norska Havinstituttið hevur eina sera sigandi frágreiðing um vandan við aling og serliga avlúsingar mátum.
Klik her beint fyri at koma inn til at lesa norsku kanningina.
Hon verður at lesa á føroyskum seinni.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið