Norra velur hummara framum laksaaling

Nordland Fylke hevur noktað Norlaks Opdrett AS aliloyvi í Haukøyfjørðinum, sum er ein av síðufirðunum inni í Tysfjørðinum.
Orsøkin er at aling fer at oyðileggja ein tann norðasta hummarastovnin í verðini. 

Norski fjørðurin Tysfjorden er sera týdningarmikil tá tað kemur til gýting og hummara í sínum fyrstu lívsstigum sum skeljadjór. Í dag er alt ov lítil vitan um avlúsingarevnir í alivinnuni og hvussu hesi ávirka hummara og skeljadjór og annars tað margfaldaða lívið inni á firðunum.
Tað man veit við vissu er at serliga humaralarvan og honhummarin, eru serdeilis viðkvom ímóti avlúsingarevnum.

Her á okkara leiðum má sigast at tað ikki blívur gjørt nógv við trupuleikan hummarin hevur av aling og avlúsingarevnum. 
Sjálvt um bæði hummarafiskarir og miðlarnir dokumentera og rópa varskó um árin aling hevur á okkara sera viðkvomu firðir og sund, so sita politikarinir bara og gapa. Onki positivt sker fyri okkara hummarastovn. Alt koyrur í gamla slitna og skitna sporinum.

Greinin hjá Kyst og Fjord kan lesast her: https://www.kystogfjord.no/nyheter/


Tysfjørðurin: