Hjarta sum steinur? ella steinur við hjarta?

Pyura chilensis er ein livandi steinur sum livur við strendurnar í Kili. Hesin steinur er blivin ein delikatessa á matstovum rundt um heim, tó mest í Suðuramerika.

Pyura chilensis livur av at filtrera mikroalgur ígjøgnum nakað sum kann minna um táknir á fiski. Hann tekur sjógv in ígjøgnum eina kanal sum opnar og lukkar opið næstan sum tá vit menniskjur svølgja. Síðan filtrerar steinurin algurnar frá sjónum við einum slími sum flytur seg aftur og fram í búkinum. Tá hann so hevur skilt allar mikroalgurnar úr sjónum, blívur filtreraði sjógvurin sendur út gjøgnum hitt opið, sum virkar sum ein kontraventilur.
Blóðið hjá hesum serstaka steini er klárt og inniheldur óvanliga høgt prosent av vanadium. Pyura chilensis kann hava upp til 10 milliónir størri eindir av vanadium í sær, enn sjógvurin rundan um steinin. Hví so er veit ongin enn.