Um hummara.
Flott mynd við sera vøkrum botni. Her hevði hummari ikki trivist tó, í hvussu so er ikki tann hummarin sum vit fiska, íð eitur Nephrops norvegicus á latíni.
Hummari sum okkara limir fiska
trívast best í og á mórubotni. Her gera teir langar holur, sum kunnu strekkja langt inn í mórudýpið.
Í hesum holum livir hummarin. Teir góðtaka at upp til 15 aðrir hummarir liva
tætt uppá hvønn annan í síðuholunum, so hummarin livur í smáum familjubólkum uppá uml. 15 hummarir.
Ein sera unikk ting við at fiska hummara við rúsum er at livikorini blíva
sera góð hjá hummara at trívast, tá rúsurnar hava ásettu meskavídd. Stórt sæð allur hummari undur 15 cm blívur sílaður útaftur ígjøgnum rúsurnar
og teir stóru(15cm+) blíva sitandi eftir.
Hvørja ferð vit fiska ein stóran hummara blívur ein hola tóm á botni. Nú kann ein nýggjur yngri hummari flyta inn, og soleiðis kunnu vit halda
ein størri hummarastovn í gongd við at fiska javnt av hesum stovni.
Seneste kommentarer