Føroyar eru klovnaðar

Úr Snoppubarminum, norðan fyri Snoppuna í Saksun byrjar ein kloyva, sum hevur klovið Føroyar tvørturav.
Hendan fortíðar rivan gongur suður eystureftir inn móti Saksun har navnið á gjónni er Vesturgjógv. Síðan fer hon ígjøgnum Koppin og Knúkin inn í Langasandshagan. Her eitur gjógvin Gjánagjógv, ella norðara Gjánagjógv. Í Langasandshaganum endar hon í Tíkarfossi við Gjánoyri.
Síðani gongur gjógvin undur vatn, yvurum Sundini og niðan í Oyrahagan. Her fær gjógvin navnið Skálagjógv sum gongur niðan í Durðin í Lokkafelli, har hon fær navnið Lokkafelsgjógv.
Næst fer rivan ígjøgnum Skálafjall og fær Skálabotnsmegin navnið Øksnagjógv, sum fer yvurum Skálafjørð, uppum Valaknúkar og oman móti Gøtugjógv, har navnið á gjónni blívur til bygdanavnið, Gøtugjógv.
Nú fer gjógvin út eftir Gøtuvík og uppaftur á land á Gøtunesi har gjógvin fær navni Gøtunesgjógv. Herfrá fer hon út í Djúpuni og tað blívur nakað óklár mynd, men hon kemur helst aftur sunnalaga á Borðoyarnesi, har navni blívur Rangagjógv. Herfrá fer hon yvur Borðoyarvík og kemur uppaftur á Skálanesi har hon hevur fingið navnið Gjótan. Síðan fer rivan um Nærabergsegg yvurum og munnar út í Herjarskorargjógv.
Tað kundi verið spennandi at vita hvussu sá út niðriundur í hesari rivu. Tað mugu vera gigantisk hellir í støðum har hendan gjógvin gongur.
Kortal.fo >>>>her<<<<. Her kanst tú síggja hvussu gjógvin gongur.