Koks fingið Michelin stjørnu
Vit hummarafiskarir eru sera stoltir av at hava verið við til at hjálpt tí sera gávuríka Pól Andrias Ziska og hansara fólki, at fáa hendan viðurkenda heiður.
Hummarin
sum vit fiska á teimum føroysku firðunum, er ein sera týdningarmikil rávøra hjá Koks. Tann vælsmakkandi føroyski hummari hevur so sanniliga eisini sett Føroyar á verðinskortið.
Hummarin vit fiska verður sendur runt alla verðina við flúgvara og kølibilum.
Føroyskir útflytarir í dag eru Orca, Fofish og Faroe Shellfish.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið