Kókiloyvið!

Mark Mendoza, bassistur í Twisted Sister, dámar sera væl føroyskan hummara.

Tað at fara við snøri, snellu ella tveimum línum at fáa sær eitt kók. Var og er ganska vanligt í Føroyum.
Vit føringar brúka hendan møguleikan javnan til at fáa okkum fekst á borði. Men hettar verður bara nýtt fult út tá vit skulu fara út at fiska fisk. Tá nýtast vit onki loyvi av nøkrum slagi. Vit skulu bara lúka krøvini Vørn setur til at hava árar, redningsvestar og spannir við. Flest øll av okkum hava nú telefon ella ein berbaran VHF við eisini, skuldi okkurt hent.
Skulu vit hinvegin út at skjóta fugl, so gerst hettar bert í fuglatíðini og vápnaloyvið er kravt.
Skulu vit skjóta harur, skal hagi leigast og vápnaloyvið krevst.

Ein samanbering kann gerast við loyvið at skjóta harur. Eg leigi ein haga fyri 5000 kr., men nábúgvin tímur ikki at leiga, tí hann hevur lov at skjóta sær eitt kók. Hettar er sjálvandi ikki tilfeldið við haruveiðu, men nakað so er tað við hummaraveiðu í løtuni.

Hummarafisking krevur eitt serloyvið til at kunna fiskað hummara. Hesi loyvir kosta nógv og ein sum keypur eitt slíkt loyvið, má dríva fiskarí eftir hummara, fyri at svara hvørjum sítt.
Hettar er ein grund til at vit í Hummarafelagnum vilja, at ikki ein og hvør kann fara at fiska hummara uttan loyvið.
Nýggja fiskivinnulógin gevur landsstýrismanninum rættin at taka hendan serrætt úr fiskivinnulóggávuni.
Tað eru fleiri grundir til at vit hummarafiskarir, vilja hava hettar út úr nýggju fiskivinnulóggávuni.

1: Tað er ikki loyvt at órógva annan reiðskap, sum stendur og fiskar.

2: Hummarafiskarir fáa tað ekstra stríðið av hurlivasanum, sum stendst av, tá onkur bara tveitur nakrar rúsur niðuryvur teirra strekk ólógliga.

Hettar er blivið eitt problem og meta vit í Hummarafelagnum tí at tað er nemmari og betri fyri allar partar, at útilukka "kókið" fiskaríið eftur hummara, við rúsum.

Vit halda strengar reglar við fløggum á boyum, við navnaskiltum og registreringsnummarum og telefonnummarum á bátinum, fest í boyuna.
Frítíðarfiskarir skullu halda hesar reglur, men gera ikki tað. Hví so er kan bara gitast um.
Vit ætla tó ikki at røra við rættin hjá føringum at fáa sær eitt kók eftur hummara ella fiski, við húki. Bara ikki við rúsum.

Sigast kann at í Noregi mistu teir tamarhaldið av hummarafisking, tí frítíðariskarí týndið stovnin so nógv og troðkaði erhvervsfiskarinar so nógv, at teir máttu gevast at fiska hummara, ella krebs sum normenn kalla hummara.
Hetta má ikki henda hjá okkum.