Alibrúk í Føroyum dálka ikki líka nógv sum í Noregi

Teir føroysku alarirnir dálki ikki líka nógv sum teir norsku. Í Norra eru fleiri firðir sera illa fyri af gift og skarni frá alivinnuni. Tí er bara at gleðast um, at betri stendur til her heima hjá okkum.
Umhvørvisstovan hevur gjørt kanningar við føroysk alibrúk har diflubenzuron og cypermethrin.

Samanumtikið vóru úrslitini hesi: 
•Diflubenzuron varð ávíst í sjógv- og sedimentsýnum úr økjum, har evnið er brúkt.
•Diflubenzuron varð ikki ávíst í sjógvi, tá kanningarnar vórðu endurtiknar hálvt ár seinni.
•Diflubenzuron varð ikki ávíst í økjum, har sum evnið ikki er brúkt.
•Diflubenzuron varð ikki ávíst í hummara.
•Cypermethrin varð ikki ávíst í nøkrum sjógv- og sedimentsýni.

 

PDF-Fíl

Les frágreiðingina hjá Mariu Dam o.ø her:

Ein kann so spyrja seg sjálvan hví hummaraútflutningurin er minkaður so nógv frá 1993 til 2011 og fylgjandi gongd til nú 2017.
Í 90inum var bara lov at fiska hálvt árið, har tað nú er lov at fiska alt árið.
Hvat hendi??
Jú allir firðir eru avtaglaðir við akkersendum, akkerum og aliringum. Og nú í seinastuni eisini stórum skipum, sum liggja og dríva hummarareiðskapin hjá okkum av.
Eitt gott dømið er at í 90inum lúsaði f.eks Bakkafrost av við 4 tons bátum. Í dag skulu 70 før, upp til 3564 tons stykki, til fyri at servisera alivinnuni hjá Bakkafrost. Stórsta arbeiði er avlúsing.
Rópti nakar "Vagt i Gevær"?? 
Hummaravinnan er nú so troðka vekk av alibrúkum at um nøkur fá ár er ongin hummaraveiða til. Ongin tekur hendan trupuleikan í álvara uttan Hummarafelagið.
Hava vit føringar onga samvitsku??