Alibrúk í Føroyum dálka ikki líka nógv sum í Noregi
Teir føroysku alarirnir dálki ikki líka nógv sum teir norsku. Í Norra eru fleiri firðir sera illa fyri af gift og skarni frá alivinnuni. Tí er bara at gleðast um, at betri stendur til her
heima hjá okkum.
Umhvørvisstovan hevur gjørt kanningar við føroysk alibrúk har diflubenzuron og cypermethrin.
PDF-Fíl
Les frágreiðingina hjá Mariu Dam o.ø her:
Ein kann so spyrja seg sjálvan hví hummaraútflutningurin er minkaður so nógv frá 1993 til 2011 og fylgjandi gongd til nú 2017.
Í 90inum var bara lov at fiska hálvt árið, har
tað nú er lov at fiska alt árið.
Hvat hendi??
Jú allir firðir eru avtaglaðir við akkersendum, akkerum og aliringum. Og nú í seinastuni eisini stórum skipum, sum liggja og dríva
hummarareiðskapin hjá okkum av.
Eitt gott dømið er at í 90inum lúsaði f.eks Bakkafrost av við 4 tons bátum. Í dag skulu 70 før, upp til 3564 tons stykki, til fyri at servisera
alivinnuni hjá Bakkafrost. Stórsta arbeiði er avlúsing.
Rópti nakar "Vagt i Gevær"??
Hummaravinnan er nú so troðka vekk av alibrúkum at um nøkur fá ár er ongin hummaraveiða
til. Ongin tekur hendan trupuleikan í álvara uttan Hummarafelagið.
Hava vit føringar onga samvitsku??
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið