Hevur hummarin í Føroyum lúsabasingarevnir í sær?

Skjóta svarið til tað er nei.
Kanningar hjá Umhvørvisstovuni siga klárt at føroyski hummarin ikki hevur Diflubensuronir, ella onnur avlúsingarevnir, í sær. Hettar vístu kanningar frá 2013, á ymiskum firðum í Føroyum.
Síðani hesar kanningar eru gjørdar hava alifeløgini betra teirra avlúsingarháttir, við at brúka m.a feskvatn og lunkaðan sjógv.
Hettar eru góð tíðindi fyri okkum hummarafiskarir. Og hettar gleðast vit yvur.
Annars eru vit hummarafiskarir ikki serliga glaðir fyri alivinnuna sum heild. Vit hava mist 30-40%, kanska meira í støðum, av okkara fiskigrunnum til alivinnuna. Hettar hevur skarvað 40% av hummarafiskiskapinum í Føroyum. Vit missa inntøkur hvønn dag grundað av aling og alifeløgum.
Hesi rættindi hevur okkara landsstýrið givið alifeløgunum. 
Hvussu kann eitt landstýrið, sum er bundið av einari grundlóg, bara skumpað summi rættindi til viks, fyri at lata onnur rættindi ístaðin.

Kanningarnar hjá Mariu og Rakul

Kanningar og frágreiðing hjá Mariu Dam Dr.Scient, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni og Rakul Mortensen.