§ 10

Stór økir fara til spillis innan hummarafisking, tí lógin ikki verður hildin til lítar innan alivinnuna.

Løgtingslóg um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012

Rudding o.a.
§ 10. Tá alivirksemi heldur uppat, heilt ella partvíst, skal loyvishavari taka stig til at rudda viðkomandi aliøki og grannalag, sum møguliga eru ávirkað av alingini. Ruddingin skal fevna um aliútgerð og lívverur o.a., sum loyvishavarin varðar av.

Hummarafelagið heitur staðiligani á VØRN ella á landstýrismannin, um at minna alifeløgini á at fylgja lógini og rudda upp rammur av økjum har ongin aling er.
Serliga vilja vit hava hettar framt á økjum har hummarfiskiskapur er.
Sum sæst á myndini liggur ein sera økisbreið fortøjningsramma mitt í hummaraøki, men aling er ongin her. Bara órudd, ella bara forðingar fyri hummarafisking.
Har sum hesar boyur, akker og akkersendar liggja kundi 5 hummarastrekk staðið og fiskað. 
5 hummarastrekk hava virðið av 50 kilo hummara um dagin. Árligar mistar inntøkur verða umleið 1.000.000 kr.
Tað er ikki arbeiðskrevjandi at taka hesar tómu rammur vekk, sum liggja á næstan hvørjum fjørði.