Síðsta føroyska ælabogasílið skal drepast

Tað er ofta frammi í dag um aling og tað at ala í lukkaðum systemum. Dreymurin hjá alifyritøkum, so sum Bakkafrost, er at fáa eitt alibrúk sum onga lús hevur og har fiskurin ongar sjúkur fær. 
Men hettar er veruleiki í okkara landi longu nú! og hettar hevur verið veruleiki í nógv nógv ár.
Felagið Røkt hevur alt ælabogasíl á vatni í Vestmanna í fleiri ár. Her eru ongar sjúkur av nøkrum sum helst slag. Ongin lús, ongin stressaður fiskur, bara smílandi ælabogasíl í góðum lag. Alt er idyl her á vatninum. Produktið er ein sunnur normalur vælsmakkandi fiskur.
Vit føringar kunnu vera stoltir av hesum unikku føroysku ælabogasílum.
Men gakk!! Nei nei sigur HfS og Vinnumálaráðið í kór, hettar gongur ikki! Hví veit ongin. Man tað vera tí at tað eru ongar giftkanningar, ongar lúsateljingar, bara frískur og sunnur fiskur? Vit spyrja bara? 
Av tí at hesi undangongufólk innan aling ikki sleppa at seta sín fisk á sjógv, síðsta árið áðrenn hann skal slaktast, er ongin meining hjá teimum at blíva við at æla.
Lívfiskurin sum hesi undangongufólk hava skilt frá teirra sílum og sum er genetiskt frá 1968, frá tí tíðini tá Júst í Túni byrjaði at ala síl, má drepast og tveitast vekk. 
Ein blívur so troyttur av idiotii sum hesum, at man fær hug at kalla fólk fyri bløkur og onnur ókvæmsorð, men lat tað fara her.
Eitt vita vit við vissu, problemið er ikki undangongufólkini í Vestmanna.