Føroyar fáa ES djóraverndarlóg

Danskt/føroyskt par ger nýggja djóraverndarlóg.

Danski djóralæknin, Peter Østergaard snikkar eina "Djóraverndarlóg" saman, ið tekur støðið í donskum lógum og ES-lógum. Peter Østergaard er giftur við Bjørt Samuelsen, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, ið er forkvinna í vinnunevndini. Men HÓAST Bjørt Samuelsen er gift við Peter Østergaard, so heldur hon seg IKKI verða ógegniga at viðgera og tala heitt fyri Donsku ES-lógini, ið bleiv ein føroysk djóraverndarlóg í einum svøvnrúsi hjá meirilutanum á Føroya Løgtingi kvøldið fyri flaggdagin, týskvøldið 24. apríl. Millum IDIOTISKU punktini í lógini er, at ein grind kann ikki haldast til um grindin hevur "strongd/stress", ergo skal lokali grindaformaðurin rópa: "Time Out", um onkur staðfestir, at her er "stress" í rakstrinum. Føroyingar hava í øldir fingist við at kippa hønur og hanar og mangan annan fugl. Nú krevur danska ES-lógin, sum nú er føroysk, at menn og kvinnur skulu hava eina góðkenda/sertifikeraða øks fyri at kunnu avlíva hønur/hanar. Tað hevur annars riggað at kippa fugl í øldir. 
Seyðamenn í Dímun o.a. eru eisini í rasshaft av donsku ES-lógini, sum nú er føroysk lóg í samband við flutning av seyði, formaðurin í Lítlu Dímun staðfestir eisini hetta. 
Í 2005 meldaði Peter Østergaard tveir føroyskar journalistar, ein føroyskan vinnulívsmann og tveir danskar journalistar fyri at eta hummara livandi. Hesir fimm blivu valdir út og meldaðir hóast minst 900 ótu livandi hummara á North Atlantic Fish Fair á Hjalla í 2005. Teirra millum t.d. Jóannes Eidesgaard, ið var løgmaður tá. Peter Østergaard og Linda Hesselbach, ákæri (tvey fólk, ið ikki eru vaksin upp við føroyskari mentan, og føroyskari MATMENTAN) taptu málið í 2008, og tey brúktu nógva spilta tíð uppá hetta idiotiska málið. Peter Østergaard hevur arbeitt hart fyri at fáa uppreisn fyri hetta margháttliga hummaramálið, og Peter Østergaard sigraði týskvøldið 24. apríl, tá 16 tingfólk ímóti 14 stemmaðu donsku ES-lógina heim. Tey, ið nevna seg "tjóðskaparfólk" stemmaðu donsku ES-lógina heim. Sambandsflokkurin vardi føroyskar siðir og føroyska matmentan, og stemmaði ímóti saman við Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri. Lógin er eisini belastandi fyri løgregluna og dómsvaldið, ið nú má brúka nógva tíð uppá útlendingar o.o. ið fara at melda nógvar føroyingar fyri "brotsverk", ið eru framd í donsku ES-lógini, ið nú er "føroysk djóraverndarlóg". Hetta svíður djúpt, og er eitt stórt vónbrot. Tí hvussu ósamd vit enn eru politiskt, so helt eg tó, at vit øll vóru føroyingar í verki. Men at rulla danska kulturimperialismu heim, tað er so ikki tað eg skilji við at verða føroyingur.