Lívfrøðislig lúsabasing?

Rognkelsi. Fiska í Sundalagnum.(2018)

Ein av teim meira nýggju mátunum at lúsa av uppá, er at sleppa hundravís av smáum rognkelsum í aliringarnar við laksi í. Hesi smáu rognkelsi byrja so at eta laksalýsnar av fiskinum. 
Hettar ljóðar óskyldugt og effektivt. Men er tað nú so?
Í síðstu viku bleiv eitt rognkelsi fanga norðuri í Sundalagnum og hettar rognkelsi var avtaglað við lús. Bæði laksalús og seiðalús. Hettar rognkelsi svam so langt frá alibrúkum, sum tað kann lata seg gera í Føroyum.
Ein, mær ósvaraður spurningur, hevur altið verið: Hví eta rognkelsi lús? Hyggur ein eftur myndinum, so fær ein allarhelst svarið hví smáu rognkelsini eta lús. Hettar gera tey helst tí tey stóru rognkelsini skulu reinsast fyri lús. So kann ein spyrja seg sjálvan um alingin "hevur skotið pappgoyuna".
Tá rognkelsi fær lús í einum laksaringi, koma so rognkelsini ikki bara at ala lús sjálvi, ímeðan tey eta lús av laksinum?
Fer lúsin sum situr óetin á rognkelsinum ikki bara at flyta seg yvur á laksin?
Fyri mær virkar hettar sum ein óndur sirkil í alikaosinum.