Villlaksur doyr av lús

Í Skotlandi hava teir eisini stórar trupuleikar av laksalús, men her taka tey trupuleikan álvarsamt. Fleiri fólk kanna villlaksa trivnaðin og leita eftir sannleikanum um lúsa trupuleikanum.
Í filminum kemur fram at lús ávirkar annan fisk upp til 30 kilometur frá hvørjum alibrúki. Tað eru fáa staðni í Føroyum, at tað er 30 kilometur ímillum alibrúkini
Her í FO sær tað út sum um hesin trupuleikin blívur goymdur burtur.
"Tann sum ikki sær fær ikki ilt av tí" mentaliteturin trívist serliga gott ímillum alifyritøkur og teir ansvarligu politikarirnar.
Kan væl vera aling gevur nógv arbeiðspláss, men aling trýstur heilt klárt, sum filmurin vísur, nógv arbeiðspláss vekk eisini.
Politikarir og allir føringar mugu gera sær greitt at vit eiga ikki Føroyar. Føroyar ger okkum til tey menniskju vit eru.


Trýst á leikjuna herundur og síggj ein skotskan, sera áhugaverdan film, um lús.

https://www.facebook.com/SalmonTroutCons/videos/1115510358600955/?t=28

Villlaksur etin til deyðis av laksalús.