Útróðrarbátar forstýra hummarafiskiskap ólógliga

Seinasta mánarnar hava fleiri útróðrarbátar ligið og nálgast uppá land, ja heilt inn í taran, djúpt inni í okkara firðum. Hettar forstýrar og oyðileggur sera nógv fyri okkara hummarafiskarir.
Ikki bara fiska hummararúsir ikki tá tær blíva forstýraðar, men tær blíva oyðilagdar eisini.
Ein útróðrarbátur sum dregur línu dragsar ofta hummararúsurnar langan veg eftir botni og tá hummarastrekkini standa sera tætt saman, blíva strekkini tvinnað saman. Hesi strekk fiska ikki og 30% av rúsunum eru so illa skæddar at tær mugu takast uppá land at umvæla. Dømir eru um at heili strekk koma á borði hjá hummarabáti í einum klumpi og vavt uppí hendan klumpin er ein stampur av línu. Slíkt strekk má takast uppá land at greiða og umvæla. Ikki er neyðugt at siga at onki er í einum slíkum strekki. Tað kostar hummarfiskarum nógv arbeiði og pengar at egna og seta eitt slíkt strekk. Eisini veðra fleiri boyur skræddar omanav av línubátum. Men tað ringasta av øllum er at fiskiskapurin fellur við minst 50%.
Vit hummarafiskarir hava snakkað við Vørn um hendan trupuleikan og hevur Vørn tikið tað til eftirtektar.
Eftir "Bekendtgørelse af konvention af 1. juni 1967 om ordensregler for fiskeriet i det nordlige Atlanterhav." er tað ólógligt at forstýra allan fiskireiðskap. Hettar stendur í artikel 6, stykki 1: " Under iagttagelse af de internationale søvejsregler skal alle fartøjer udøve deres virksomhed på en sådan måde, at de ikke forstyrrer fiskerfartøjernes virksomhed eller bringer deres fiskerredskaber i uorden, og skal overholde bestemmelserne i denne konventions anneks V."
Vit vilja tí heita á línuskip og bátar um at halda hesar reglir.

Skjøl:
Bekendtgørelse af konvention af 1. juni 1967 om ordensregler for fiskeriet i det nordlige Atlanterhav.